Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fuglafjørður fyllist við mentan, tónleiki og lívi

Tíðindaskriv

Tann 3.–6. september verður Fuglafjørður karmur um Mentanardagarnar 2026 – fýra dagar við tónleiki, list, søgu, mati, familjuupplivingum og felagsskapi.

„Kom og set ljós“ er heitið á setanini, sum verður í Fuglafjarðar kirkju hóskvøldið. Síðani verður ljós sett á býin – á søguna, listina, tónleikin og tey menniskju, sum hava verið við til at skapa Fuglafjørð.

Ein týðandi partur av Mentanardøgunum í ár er Niels Midjord, sum verður mintur við bæði tónleiki, framsýningum og søguligum tiltøkum. Í Býráðssalinum verður framsýning við verkum av og um Niels Midjord, meðan Ribarhús verður karmur um listaframsýning við fleiri listafólkum við tilknýti til Fuglafjørð. Í Ribarhúsi verður eisini Lúkukaffi, handverk og annað virksemi gjøgnum dagarnar.

Tónleikurin er sum altíð ein av høvuðsstólpunum. Bárður á Lakjuni syngur Leonard Cohen fríggjakvøldið, og seinni verður tónleikur við Lív og Tróndi og Vestmenn. Leygarkvøldið verður sjónleikakonsertin „Bingo!“, sum er ein heiður til Niels Midjord, og seinni á kvøldinum spælir Clickhaze.

Men Mentanardagarnir eru ikki bara til oyrað. Mentan skal síggjast, smakkast og upplivast. Fjølbroyttur Matmarknaður við føroyskum rávørum, „Lamb & laks“, útikafé, heimabakstur og onnur mattiltøk seta dám á býin, meðan børnini kunnu gleða seg til millum annað Trølla Pætur, Silent Disco, sandskulpturar, fiskikapping og spælipláss.

Leygardagin verður eisini høvi at ganga í fótasporunum hjá Niels Midjord á serligum spákionsertum, har tónleikur hansara verður framførdur á støðum, sum høvdu týdning í hansara lívi.

Frá stillari løtu í kirkjugarðinum til lív og tónar í gøtunum. Frá list á vegginum til kaffikoppin í Ribarhúsi. Frá barnalátri til seinar nætur við tónleiki, fjørðuflyrri og kokkteylum

Fuglafjørður verður eitt mentanarligt hjarta, sum slær eitt sindur skjótari hesar fýra dagarnar.

Mentanardagarnir 2026 eru fyri øll – og nógv av tiltøkunum eru ókeypis.

Fuglafjørður, 3.–6. september 2026.