Hermann Samuelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setti í farnu viku Jacob Vestergaard ein §52a fyrispurning, um landsstýrismaðurin ætlaði at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Landsstýrismaðurin hevur nú svarað, at í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari útlendingalóg fyri Føroyar, har ætlanin er at herða treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum við m.a. at seta krøv um, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum støði, áðrenn hann kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
“Ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión er, at teir útlendingar, sum vit taka ímóti í Føroyum, hava nøktandi møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Tí fegnist eg um, at landsstýrismaðurin arbeiðir við at herða treytirnar fyri varandi uppihaldsloyvi” sigur Hermann Samuelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Sí alt svarið frá Jacobi Vestergaard til Hermann Samuelsen her:
Microsoft Word – 26_20771-3 Svar til § 52 a fyrispurning frá Hermann R. Samuelsen 3717868_2008217_0