Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur í hesum døgum verið í Brússel, har hann hevur luttikið á ES-ráðstevnu um Arktis. Í hesum sambandi hevur hann hitt umboð fyri ES-nevndina og ES-tingið fyri at umrøða yvirskipaða samstarvið við ES og mál, sum hava týdning fyri Føroyar.
Millum tey, sum landsstýrismaðurin hevur hitt, eru Jozef Síkela, ES-nevndarlimur fyri altjóða samstørv, Bernd Biervert, kabinettstjóri hjá ES-nevndarliminum í handilsmálum, og David McAllister, formaður í uttanríkispolitisku nevndini í ES-tinginum.
Á skránni vóru millum annað viðurskiftini millum Føroyar og ES, møguleikar fyri at víðka samstarvið og handilsviðurskifti.
Í Brússel hitti Bárður á Steig Nielsen eisini grønlendska uttanríkisráðharran, Múte B. Egede. Teir umrøddu millum annað felags áhugamál hjá Føroyum og Grønlandi, og møguleikar fyri øktum samstarvi.