Eftir óvissu um reglurnar er greitt, at kappingin kann haldast sum ætlað.
Norðurlendska meistarakappingin í spjótkaving verður kortini hildin í Føroyum. Fyrireikararnir hava fingið staðfest, at kappingin ikki er vinnuligur fiskiskapur, tí veiðan hvørki verður seld ella marknaðarførd, men etin av luttakarunum. Eingin bátur verður brúktur.
Fyrireikararnir takka Fiskimálaráðnum fyri skjótan og konstruktivan leiklut, umframt Vørn, ÍSF, norðurlendsku kavarafeløgunum og øllum, sum stuðlaðu teimum.
Samstundis taka tey ábyrgd av, at málið fekk óhepnu gongdina.
– Vit áttu at havt kannað lóggávuna neyvari og vent okkum til myndugleikarnar fyrr. Hetta var okkara mistak, og vit hava lært eina stóra lektiu, siga fyrireikararnir.
Nú verður fokus sett á kappingina.
Fyrireikararnir siga seg samstundis vera sera fegnar um at kunna uppliva føroysku náttúruna undir sjónum og lova at koma aftur.
https://www.facebook.com/photo/?fbid=1487049223458290&set=a.553522390144316
