Fyrrverandi stjørnan í Rosenborg, Celtic, FCK og Bodø/Glimt fylgdi venjingini hjá KÍ í kvøld, har sonurin er ein av leikarunum.
Mest vinnandi persónurin á Djúpumýru í kvøld var 55 ára gamli Harald Brattbakk úr Norra. Hann fylgdi venjingini, tí sonurin, Filip Brattbakk, spælir við KÍ. Harald er komin til Føroyar ísambandi við finaluna um løgmanssteypið leygarkvøldið.
Harald Brattbakk býr í Tróndheimi og var ein av stóru stjørnunum á stórliðnum hjá Rosenborg í 90’unum. Hann er skrásettur fyri 254 mál í 338 dystum, átta meistaraheiti og tvær steypakappingar árini 1990-1991, 1994-1997 og 2001-2005 í Rosenborg. Eisini hevði hann styttri tíðarskeið í Celtic, FCK og Bosø/Glimt, har hann eisini skoraði nógv mál. Hann vann meistaraheitið einaferð í bæði Celtic og FCK. Fimm ferðir var hann toppskjútti í bestu deildini í Norra, og hann er leikarin, sum hevur skorað næstflest mál í bestu norsku deildini, bara aftanfyri Sigurd Rushfeldt.
Harald Brattbakk var málskjútti í tveimum av størstu sigrunum hjá Rosenborg og norskum felagsfótbólti nakrantíð. Hann skoraði bæði í 1996, tá Rosenborg vann 2-1 í Italia móti AC Milan og í 1997, tá Rosenborg á heimavølli vann 2-0 á Real Madrid.
Fimtu ferð í Føroyum
Filip Brattbakk kom til Føroyar og 07 Vestur í 2024. Í 2025 og 2026 hevur hann spælt við KÍ.
– Hetta er fimtu ferð eg eri í Føroyum hesi árini, har Filip Brattbakk hevur spælt í Føroyum. Tvær ferðir í 07 Vestur, ein landskappingardyst hjá KÍ og so steypafinaluna í fjør. Tað hevur verið sera stuttlligt. Tað er fantastiskt at tað ber til at fáa so góðan fótbólt í so lítlum landi. Tað var serliga stuttligt at verða til steypafinaluna í fjør. Tað er besta upplivingin í Føroyum.
– Eg fylgi væl við og síggi teir flestu dystirnar hjá KÍ. Tað er áhugavert at fylgja við. Eg haldi at stigið í Føroyum er høgt, so eg eri hugtikin. Serliga í fjør var KÍ gott í stórum tíðarskeiðum og vann greipuna. Í ár er KÍ meira óstøðugt, og tað er kanska tað sum gjørdi, at KÍ ikki kom í Conference League-deildina. Tað var ein stórur møguleiki í 2. umfari móti Kauno Zalgiris og í røkkstøkk móti Riga FC, so stigið ert har, men mann má skora mál og KÍ hevur havt avbjóðingar við at skapt nokk av stórum málmøguleikum. Eg vildi gjarna sæð KÍ í deildarspælinum í heyst, men nú satsa vit uppá ein møguleika í landskappingini og ein steypasigur, sigur Harald Brattbakk við Norðlýsið.
KÍ hevði staðið seg í Elituseriuni
Av leikarunum hjá KÍ, so heldur Harald, at Páll A. Klettskarð í álopinum er ein stríðsmaður, sum skorar nógv mál og so heldur hann at tað er stuttligt at síggja tann roynda Gilla R. Sørensen við síni søgu í norskum fótbólti m.a. í Brann, standa seg væl. Vit spyrja, hvussu hann heldur, at KÍ hevði staðið seg í bestu norsku deildini Elituseriuni.
– Teir høvdu havt tað torført móti teimum bestu, men høvdu spælt upp ímóti nógvum av liðunum. Tað er torført at meta um, tí KÍ spælir eisini nógvar dystir móti liðum, sum eru væl veikari í heimligu kappingini. Men eg vænti, at KÍ hevði klárað seg væl í Elituseriuni.
Góðar vónir
Harald Brattbakk er saman við einum soni og einum vinnmanni í Føroyum, har teir ætla at uppliva m.a. føroyska mentan og føroyskan mat. Hann hevur góðar vónir til finaluna.
– Eg vænti, at KÍ fer at seta seg á dystin, men tað týdningarmiklasta er, at tað verður ein sigur. Um KÍ klárar at skora fleiri mál, so er tað stuttligari. So lat meg tippa 4-1 til KÍ, sigur Harald Brattbakk at enda við Norðlýsið.
