fasada
Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Reisigildið fyri størstu íbúðarbygging í Eiðis søgu

Jóhann Lützen

Reisigildið var á Gerðisvegi á Eiði í dag.

Arbeiði hevur gingið sera skjótt, her stóðu ongir veggir fyri 5 vikum síðan, allar 10 íbúðirnar eru longu seldar, sigur Kristian Martin Juul stjóri í byggifyritøkuni Juul við Norðlýsið

Tá seinasta holdekki varð sett í, varð skipað fyri einari hugnaligari samkomu. Arbeiðsfólki fekk okkurt gott at eta og drekka. Avvarandi møttu eisini upp. Jógvan í Skorini borgarstjóri í Eiðis kommunu heilsaði eisini uppá Kristian Martin og ynskti honum til lukku við skjóta og dygdargóða arbeiðinum.

10 íbúðir í tveimum hæddum

Fýra íbùðir verða á 90m2, fýra íbúðir á 80m2 og tvær íbúðir á 70m2. Íbúðirnar eru nýtímans, ljósar og verða bygdar við góðari góðsku. íbúðirnar í erva hava altan og í neðra verður útigólv, upplýsir Kristian Martin.

Eg vænti at íbúðirnar verða innlokaðar í oktober og síðani klárar at flyta inn í á páskum komandi ár, sigur Kristian Martin við Norðlýsið at enda.

fasada