Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Meginfelag Útróðrarmanna mælir frá eyka fiskidøgum til bólk 5B

Jóhann Lützen

Meginfelag Útróðrarmanna (MÚ) mælir staðiliga frá uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum um at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar fyri fiskiárið 2026.

Í hoyringsskrivi vísir MÚ á, at uppskotið hvørki hevur heimild í sjófeingislógini ella samsvarar við galdandi umsitingarætlan. Samstundis verður víst aftur, at talan er um óbrúktar fiskidagar, tí sambært felagnum vórðu allir fiskidagar í bólki 5 brúktir í 2025.

Felagið ávarar eisini um, at uppskotið kann seta MSC-góðkenningina í vanda, og vísir á, at Havstovan, manningarfeløg, reiðarafeløg, skipabólkar og virkir á landi eisini hava talað ímóti ætlanini.

MÚ heldur, at heldur enn at geva serstakar fiskidagar eigur landsstýrið at finna aðrar loysnir, sum til dømis at endurføra eitt inntøkumark ella býta fiskidagarnar út í fleiri umfør gjøgnum árið.