Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur funnist hvassliga at stóru amerikonsku oljufeløgunum ExxonMobil og Chevron, eftir at bæði feløgini í síðstu viku løgdu fram milliardayvirskot fyri seinasta ársfjórðing.
Sambært Trump hava oljufeløgini forvunnið ov nógv, og tí eiga tey at lækka oljuprísirnar til gagns fyri amerikonsku brúkararnar.
– Tey eiga at lata almenninginum ein part av pengunum aftur, og tey mugu heldur seta søluprísin niður, segði Trump sambært CNBC.
Oljuprísurin í USA er hækkaður umleið 20 prosent, síðani USA og Ísrael framdu álop á Iran aftur í februar.
Kelda. tv2.dk
