Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvir 100 campingpláss seld til ársins Norð Festival – metstórur áhugi á Viðareiði

Jóhann Lützen

Áhugin fyri Norð Festivalinum, sum verður hildin á Viðareiði leygardagin 29. august, er so stórur, at fyrireikararnir nú hava víðkað um campingøkið.

Sambært fyrireikarunum hava campingplássini verið útseld í eina tíð, men eftir at økið er tillagað, eru nøkur nýggj pláss løgd afturat.

Eftirspurningurin hevur verið nógv størri enn væntað, og tí hava vit arbeitt við at finna pláss til fleiri gestir. Nú eru longu yvir 100 campingpláss seld, og tað er ongantíð áður hent, at so nógvir campingvognar hava verið savnaðir á Viðareiði, siga fyrireikararnir.

Tey nýggju campingplássini eru avmarkað í tali, og fyrireikararnir vænta, at tey fara at verða seld innan stutta tíð.

Norð Festivalurin hevur seinastu árini ment seg til eitt afturvendandi summartiltak í Norðoyggjum, og stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk fara at leggja leiðina til Viðareiðis seinasta vikuskiftið í august.