Dansk Politiidrætsforbund skipar í hesi vikuni fyri vitarenning (orienteringsløb) í Føroyum.
Í dag verður runnið í økinum við Toftavatn.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði í morgun teimum 103 luttakarunum vælkomnum.
Aftaná helt Michael Boolsen, fúti, røðu og setti stevnuna.
Erik Lindholt, løgreglumaður, sum áður hevur starvast í Føroyum, er stevnuleiðari.
Líknandi tiltak var eisini í 2017 og 2021.







