Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í vikuni

Hanus Kjølbro

Hann hevur ligið tráur av útnyrðingi í meiri enn eina viku. Vindurin hevur verið frískur, og tað hevur regnað stóran part av tíðini. Hann fer at liggja av útnyrðingi nakrar dagar afturat, men vindurin fer at vera minni, og tað fer eisini at vera nógv minni avfall.

Eitt lágtrýst hevur staðið næstan fast í landnyrðing úr Fugloynni, og tað hevur sent alla hesa kalda lufta ímóti okkum saman við avfallinum. Tað fer at vikna í morgin, og frá týsdegnum fer eitt hátrýst at stýra veðrinum hjá okkum. Sama ætt næstan alla tíðina, men tað er munur á, um útnyrðingur og norðan koma av lág- ella hátrýsti. Hann fer ikki at vera so tráur, og har sum ættin er góð, fer at vera væl betri veður.

Veðrið fram til næsta vikuskifti:  

Mánadagin:

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, og kanska okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot av útnyrðingi, sum frá líður norðan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 10 stig.


Týsdagin:

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, sum frá líður gongur hann í landnyrðing. Skýloftið skiftandi, stundum sól og kanska okkurt ælið. Hitin 7 til 10 stig.


Mikudagin:

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, um kvøldið kemur hann høgt. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Hitin Hitin 7 til 10 stig.


Hósdagin:

Lítið lot norðan, sum út á dagin gongur niður í útsynning, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, út á dagin ælaveður, í støðum kanska mjørki. Hitin 9 til 12 stig.


Fríggjadagin:

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, við skiftandi skýlofti og onkrum æli, í støðum kanska mjørki. Hitin 9 til 12 stig.