Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann tryggan sigur í toppdystinum

Jákup Ósá

Tað var einki ivamál um, hvat betra liðið var á Djúpumýru í dag.

KÍ vann 2-0 og tað var sama uppskrift bæði málini. Bakkarnir Jóannes K. Danielsen og Jean Carlos áttu innleggini og álopsleikararnir Páll A. Klettskarð og Erlend Hustad skoraðu málini. Erlend var einasti eykaleikarin ímun til uppstillingina síðstu tíðina, sum fekk møguleikan og hann tók av við sannførandi avriki. B36 kundi havnt javnað í fyrra hálvleiki, tá Mansour Sinyan misti bóltin á vandamiklum øki, men Dávid B. Andreasen skeyt á tvørstongina og út.

KÍ var sum heild betra liðið næstan allan dystin og heimaáskoðararnir kundu fegnast um, at René S. Joensen kom á vøllin aftur, tá hann bleiv innskiftur móti endanum av dystinum. KÍ er fyribils oddalið fram til NSÍ hevur spælt mánakvøldið.

KÍ fer við leiguflogfari úr Føroyum týsmorgunin beinleiðis til Poznan í Póllandi, har dysturin í Evropa League móti pólsku meistarunum verður hóskvøldið kl. 18.00.