Vitlíki hevur seinastu árini fylt nógv í almenna kjakinum, og ofta hevur umrøðan verið neilig. Summi halda, at vit gerast býttari av at brúka vitlíki, meðan onnur halda, at tøknin kann hjálpa okkum at arbeiða skjótari. Tí hevur kjakið um vitlíki snúð seg bæði um møguleikar og avbjóðingar.
Ein, sum veit nógv um vitlíki, er Gunnleygur Clementsen, sum var við í sendingini. Hann er el-verkfrøðingur og stovnari av fyritøkuni Vitlíkisstovan, har hann hjálpir fólki og fyritøkum at brúka vitlíki.
Hóast nógvar spurningar og ivamál hava verið um vitlíki, heldur Gunnleygur ikki, at vit eiga at síggja tøknina sum nakað neiligt. Tvørturímóti er hon komin fyri at vera og kann vera ein góð hjálp í gerandisdegnum. Bæði í arbeiði og lestri.
Samstundis leggur hann dent á, at vit mugu brúka vitlíki á ein ábyrgdarfullan hátt, tí eins og við allari aðrari tøkni ber eisini til at misnýta tað.
Vilt tú at hoyra alla samrøðuna við Gunnleygi Clementsen, kanst tú lurta her.
