Í dag verður toppdystur á Djúpumýru.
KÍ kann við sigri leggja seg á odda, meðan B36 við sigri kann fara framum KÍ og leggja seg á 2. plássið, bara eitt stig aftanfyri oddaliðið NSÍ. Hetta verður galdandi í minsta lagi í eitt døgn, tí NSÍ spælir mánakvøldið móti HB.
Hjá KÍ eru Sebastian John, Odmar Færø, Jákup Biskopstø og Patrik Johannesen skaddir, meðan Hallur Hansson hevur leikbann. Síðani væntast René S. Joensen ikki at spæla stórvegis leiklut, meðan ivamál er um Árna Frederiksberg, sum bara spældi síðstu minuttirnar seinast. Afturar hesum kann væntast, at onkur leikari, sum spældi allan dystin ella nær við tað í Litava, fær hvíld.
B36 fekk eina góða byrjan undir Jákupi á Borg við sigri á AB á ólavsøku. B36 hevði ein nærum fullan hóp tøkan seinast burtursæð frá Boubacar Dabo, sum hevði leikbann, men sum er tøkur nú.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.
