Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Átta av tíggju australskum ungum eru framvegis á sosialum miðlum hóast bann

Jóhann Lützen

Tríggjar mánaðir eftir at Avstralia setti í gildi heimsins strangasta bann móti sosialum miðlum fyri børn og ung undir 16 ár, vísir ein nýggj kanning, at lógin higartil hevur havt avmarkaða ávirkan.

Kanningin hjá australska nettrygdarmyndugleikanum eSafety vísir, at meira enn átta av tíggju ungum undir 16 ár framvegis brúka sosialar miðlar. Hóast talið av ungum við egnum brúkarum er minkað, eru nógv framvegis á pallunum, tí aldursváttanarskipanirnar hjá tøknifyritøkunum ikki virka nóg væl.

Myndugleikarnir leggja skuldina á stóru tøknifyritøkurnar, sum sambært frágreiðingini ikki hava sett í verk nóg góðar skipanir at staðfesta aldurin hjá brúkarunum. Tí arbeiðir stjórnin nú við at herða reglurnar og geva eSafety víðkaðar heimildir at kanna, um fyritøkurnar halda lógina.

Avstralia var fyrsta landið í heiminum, sum bannaði børnum og ungum undir 16 ár at hava atgongd til fleiri av størstu sosialu miðlunum. Lógin hevur vakt altjóða ans, og fleiri lond fylgja royndunum við stórum áhuga.

Landsstýrið hevur boða frá, at 15 ára aldursmark skal setast á sosialar miðlar í Føroyum