Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ROX v/Signar í Homrum á Norð Festivalinum

Jóhann Lützen

Norð Festivalurin kann nú kunngera enn eitt kent navn til skránna. Tað verður nevniliga ROX við Signari í Homrum á odda, sum fer á pall á festivalinum á Viðareiði leygardagin 29. august.

Signar í Homrum hevur í nógv ár verið millum kendastu røddirnar í føroyskum tónleiki. Hann gjørdist landskendur sum forsangari í Kjølum, og hevur seinastu árini bæði sum solistur og saman við ROX givið út fleiri vælumtókt løg, sum hava fingið fast pláss í føroyska sangskattinum. Við sangum sum Tað er gott at elskaMín skatturSorgblídni og Nú ert tú her hevur hann vunnið sær eina serliga støðu hjá føroyskum tónleikafjepparum.

ROX er kent fyri sínar lívligu framførslur og sterka pallorku, og saman við Signari hevur bólkurin í nógv ár verið fastur gestur á festivalum og tiltøkum kring landið.

Frammanundan er greitt, at D-A-D, Hallur Joensen við bólki, Eyðun & Terji & Kim, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba & Páll Oddur, Rani Nolsøe, Marner av Lofti & Fríði Sigmundason, Blátt Gras, Sámal Ravnsfjall og Bjarki Hansen eisini fara á pall á Norð Festivalinum 2026.

Norð Festivalurin verður hildin á Viðareiði leygardagin 29. august 2026.