Tað boðar landsstýrið frá í ólavsøkufrágreiðingini.
Landsstýrið fyrireikar eitt uppskot til nýggja løgtingslóg um onnur trúarsamfeløg. Endamálið er at seta greiðar karmar fyri, nær og hvussu trúarsamfeløg kunnu verða góðkend í Føroyum.
Sambært ætlanini skal lógin áseta, at trúarsamfeløg, sum søkja um góðkenning, skulu virða føroyska lóggávu, føroyska mentan, fólkaræðið, javnstøðu og grundleggjandi virði í samfelagnum.
Við lógini verður sostatt fyrstu ferð sett ein greiður lógargrundvøllur undir góðkenning av trúarsamfeløgum.
Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið á vári í 2027.
