Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjáldan at KÍ ikki skorar yvir 180 minuttir

Jákup Ósá

So veikum mótstøðuliðið hevur KÍ altíð skorað ímóti síðani 2017 yvir tveir dystir.

Síðani 2017 hevur KÍ luttikið í altjóða fótbólti hvørt ár. 23 ferðir hevur liðið spælt uppgerðir yvir tveir dystir, og so kemur Korona-árið og bólkaspælið afturat. KÍ spældi 180 minuttir uttan at skora móti Kauno Zalgiris og tað er ikki hent ofta. Í 2017 móti AIK úr Svøríki, í 2019 móti Luzern úr Sveis og telir mann bólkaspælið við, so móti Lille í 2023. Hetta var sostatt fjórðu ferð í 26 uppgerðum, har spælt var móti sama liðið tvær ferðir.

Hetta er sostatt veikasta mótstøðulið, sum KÍ ikki hevur skorað ímóti síðani liðið byrjaði aftur at luttaka í altjóða fótbólti í 2017.

Kauno Zalgiris vann dystin 1-0.