Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: Kauno Zalgiris-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld verður avgjørt, hvat av hesum báðum liðunum skal spæla í triðja umfari í Champions League.

Fyrri dysturin endaði 0-0, og tí skal alt avgerast á Jonava-leikvøllinum, har tað væntast útselt, eini 2.500 áskoðarar.

Hjá KÍ eru Sebastian John, Odmar Færø, Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø ikki við, meðan ivamál er um René S. Joensen og Árna Frederiksberg. Báðir eru við í Litava, men spurningurin er, hvussu stóran leiklut teir kunnu spæla, um teir spæla.

Dysturin í Litava byrjar kl. 17.00. Dómari verður David Smajc úr Slovenia.