Í Sjónleikarhúsinum eru fyrireikingarnar til ársins ólavsøkukabarett í gongd. Dávur Birgisson, Jutta S. Linklett og Lív Bruun Müller arbeiða í hesum døgum við at fáa seinastu brikkarnar upp á pláss, áðrenn teppið verður drigið frá á ólavsøku. David og Rannvør fingu orðið á tey trý í dagsins Frískt lot-sending.
Ólavsøkukabarettin er vorðin ein fastur partur av ólavsøkuni og minnir okkum ár eftir ár á tað, sum er hent í Føroyum – men í einum stuttligum og undirhaldandi formi.
Hóast nógv arbeiði liggur aftanfyri, eru tey trý spent og gleða seg til at vísa ársins kabarett. Tey halda sjálvi, at tilfarið í ár er gott, og at tey hava funnið nógvar hendingar og persónar, sum kunnu gerast til góðar sketsjur.
Ein av teimum, sum er nýggj í kabarettini í ár, er Jutta S. Linklett. Hon hevur ikki áður roynt at staðið á palli á henda hátt og gleðir seg tí serliga nógv til at sleppa at royna seg í einum heilt øðrum leikluti.
Men hvussu finnur mann tað stuttliga í einari hending, uttan at gera gjøldur burtur úr fólkunum, sum hendingin snýr seg um?
– Tað snýr seg um at finna tað stuttliga í einari hending og ikki gera hana stuttliga, sigur Dávur Birgisson, sum í ár stendur fyri ólavsøkukabarettini fyri triðju ferð.
Lív Bruun Müller heldur hinvegin ikki, at mann skal vera ov bangin fyri at fara eftir tí, sum fær okkum at flenna. Tað er ein natúrligur partur av menniskjaligari samveru, heldur hon.
– Tað er natúrligt at flenna. Vit gera tað øll, eisini tá ið vit eru heilt lítil og einki skilja. Eg haldi, at í einum samfelagi skulu vit rúma flenni og at flenna eftir øllum.
Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna ber til at lurta her:
