Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Langtíðarløguætlan skal tryggja betri raðfesting av almennum íløgum

Jóhann Lützen

Tað sigur samgongan í ólavsøkufrágreiðingini.

Samgongan fer at arbeiða fram eina langtíðarløguætlan, sum skal fevna um minst 10 ár. Endamálið er at tryggja betri langtíðarætlan og samskipan av teimum stóru almennu verkætlanunum, so íløgurnar verða raðfestar á ein meira skipaðan hátt.

Ætlanin er eisini at fáa eina breiða politiska semju um løguætlanina, soleiðis at hon kann liggja føst yvir fleiri valskeið.

Uppskot til samtyktar um langtíðarløguætlanina verður lagt fyri Løgtingið á vári 2027.