Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein og hvør sær sjálvum ráða má

Hansa M. Glerfoss

Herfyri vóru vit, nakrar vinkonur, á eini matstovu og fingu okkum hvør sín skundverða.

Okkum dáma sera væl høsnarungaburgara, so valið fall á tað. Tann eina kom av misgávum at  bíleggja sær skeivan burgara. Hon bílagdi ein sokallaðan veganaraburgara.

Havi hoyrt onkran hálova hesum sokallað veganaraburgarum. Løgið so ymiskt mong okkara eru.

“Búffurin” smakkaði sum vátt malið rugbreyð, ið var klamsað saman, panerað og stoykt. Veganaraburgarin sá út sum ein wannabe okkurt, ið als yvirhøvur ikki livdi upp til nakað sum helst!

Vinkonan legði frá sær.

Nå, men nøkur eru, ið eru veganarar og tey skulu nokk fáa sín veganaraburgara við váta rugbreyðssmakkinum í friði uttan, at hvørki eg ella mínar vinkonur fara at troka nakran teirra av í teirri bíðirøðini.

Hetta fekk meg at hugsa um eina hending, ið nú hevur nøkur ár á baki.

Fari at byrja við at siga, friður verið við okkum øllum, bæði plantu- & kjøt-etarum!

Tað var tíðlja ein morgunin og eg var ávegis til arbeiðis. Eg sat í bilinum og útvarpið var frá, sum vanligt.

Mitt í øllum hoyri eg, at útvarspverturin greiðir frá um ta lítlu havfrúnna, ið enn einaferð hevði verið fyri ágangi.

Sum um havfrúgvin hevði gjørt teimum nakað. Moyni so við.

Blóðreyð máling var oyst útyvir friðardýrið og onkur umhvørvisfelgasskapur stóð aftanfyri ørvitisgerðina,

Okkurt var skrivað við blóðreyðari máling um Føroyar og um grindadráp. Mótmælt var um óbeinleiðis stuðulin føroyska grindadrápið fekk frá donsku stjørnini, tí hon var skýrd at halda seg passiva í mun til málið.

Eg sat í mínum stilla sinni og lurtaði og risti eitt sindur við høvdinum. Hevði sjálvsagt mína hugsan um hesar ørvitisknokkar og gerð teirra.

Síðan kemur ein onnur søga um ein sokallaðan danskan veganaraflokk, ið hevði/hevur til endamáls at arbeiða fyri at minka um kjøtframleiðsluna og greitt var frá, hvussu hetta mál kundi røkkast.

Nu bar av fyri mítt viðkomandi og morgungronin tók yvir. Eg føldi pulsin fara upp og byrjaði at øsa meg inn á hesi tíðindi.

Komin hálva leið, koyrdi eg inn í eina rundroyking. Eg var tá so karvandi illsint, at tað var at kalla eitt undur, at eg yvirhøvur fann útav at snara útaftur úr rundkoyringini.

Líkamikið, eg fann útvegin og koyrdi víðari púra uppøst inn á hendan pumpuskógva-flokkin, hvørs suppudasa-boðskap eg helt lítið um.

Tess longur eg koyrdi, tess meir vant boðskapurin frá útvarspvertinum meg upp ímóti reyða feltinum. 

Eg skal siga sum er, at eg kom heilt upp í topp og lýsti reytt øll sum eg var, tá eg koyrdi tað síðsta strekkið mót arbeiðsplássinum.

Ella tað føldist soleiðis í øllum førum.

Framkomin var eg heilt fortørnað inn á ørvitisknokkarnar, hasar forkúlaðu kjøtbúffa-blokkerararnar.

Einki skuldi nakar nýfrelstur, heilsvaskaður, veganara-grønskollingur ráða fyri, um eg fekk mín framtíðar-búff ella ikki.

Nei tú, so væl spældir klaverið ikki!

Nokk er nokk!

Tá eg so kom inn í kaffistovuna á arbeiðsplássinum, var eg um at kóka yvir. Eg mátti simpulthen sleppa at tosa við onkran um hesi ólukku tíðindi, ið høvdi spilt mær koyritúrin til arbeiðs. Hetta evnið  mátti útdebaterast og eg vildi helst vinna ella í øllum førum fáa viðhald.

Eg leit rund um meg og setti meg við eitt borð har tveir nýggir starvsfelagar, ið eg hevði hitt nakrar dagar frammanundan, sótu so fittir.

Eg setti meg høviskt niður hjá teimum og heilsaði pent, men trýstið fekk meg at gera skjótt av og fregnast um teirra innlit í morguntíðindini.

Eg hugdi fyrst uppá starvsfelagan yvirav mær og spurdi um hann hevði hoyrt um veganaraskilið

Nei, tað hevði viðkomandi ikki.

So eg at greiða frá og siga mína meining og spurdi hvat viðkomandi helt.

“Eg veit ikki ordiliga, eg havi onga meining sum so, eg eri vegetar”

“Nå, so nyttar ikki nógv at tosa við teg um hetta og friður verið við tí”, segði eg.

Vendi mær so til síðurmannin og spurdi sama spurning.

Við einum skálkasmíli svaraði hann mær: “Nei, eg veit ikki…Eg eri veganari, so eg havi ikki ordiliga eina meining um hatta heldur”.

Mótleys viðvíkjandi vónini um viðhald, og nærum málleys, hugdi eg bara avgjørd uppá tey og segði: “Tað var nú løgið, ha? At koma soleiðs fyri? Meini, hvat eru oddsini?”

 Hetta var antin eitt puss frá starvsfeløgunum ella frá universinum 😉

Eg kom skjótt niður á 37 og við einum smíli legði eg afturat, at eg sjálvsagt virði ymiskleika. Tað er alt í lagi, at ein og hvør er, sum hann ella hon er.

Fólk mugu eta, liva og láta júst sum teimum lystir, bara eg somuleiðis fái loyvi til at vera eg og framhaldandi í frælsi fái mín búff í friði, tá eg havi hug til hann, so leggi eg líka í, hvat hini eta og halda, eru ella gera.

Trupulleikin uppstendur, tá onkur fortørnaður, nýfrelstur okkurt av onkrum slag, skal smoyggja sínu totalitæru, sum t.d. í hesum føri, nullkjøts-hugsan innyvir øll onnur, og omaná tað heila vil lóggeva soleiðis, at eg møguliga missi míni sjálvsøgdu, givnu, rættindi.

Tað finni eg meg ikki í!

Ein og hvør sær sjálvum ráða má – So let it be!