Hans Arni Bjarnason Thomsen verður komandi kappingarár hjálparvenjari í Burn hópinum.
Síðani Hans Arni kom norður at spæla í 2009, hevur hann leikt væl omanfyri 100 dystir fyri Team Klaksvík. Hann er mest kendur sum verjuskansi, og fer nú í holt við ein nýggjan kapittul á hondbóltsleiðini.
“Eg eri sera spentur uppá uppgávuna og gleði meg til at kunna geva nakað víðari til teir yngru. Tað er umráðandi at man ikki steðgar við hondbólti bara tí man ikki sjálvur spælur longur. Hetta er ein góður felagsskapur, har tað er stuttligt at vera við og framtíðin sær góð út.”
Team Klaksvík ynskir Hans Arna hjartaliga vælkomnan í venjaratoymið !
