Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú byrjar tætta leikskráin hjá KÍ

Jákup Ósá

Meðan tað hevur verið góð tíð millum altjóða dystirnar síðstu vikurnar, so broytist tað komandi mánaðin.

Frá 29. juli til 30. august skal KÍ spæla 10 dystir. Tað merkir 10 dystir í 33 dagar ella 3,3 dagar pr. dyst.

Fimm altjóða dystir og fimm landskappingardystir. Teir fimm dystirnir eru móti sjey teimum ovastu liðunum.

Skráin hjá KÍ:

29.07: Kauno Zalgiris-KÍ

02.08: KÍ-B36

06.08: Lech Poznan-KÍ

10.08: KÍ-HB

13.08: KÍ-Lech Poznan

16.08: AB-KÍ

20.08: Røkkstøkkdystur

23.08: KÍ-NSÍ (kann blíva 24.08)

27.08: Røkkstøkkdystur

30.08: KÍ-EB/Streymur (kann blíva 31.08)

05.09: Finalan um løgmanssteypið (KÍ-Víkingur)

Hópurin hjá KÍ fær seg royndan

Hjá KÍ fær hópurin seg royndan hesa komandi tíðina. Sebastian John, Odmar Færø, Robert Williams, René S. Joensen, Jákup Biskopstø, Árni Frederiksberg, Jóhan Josephsen og Patrik Johannesen hava ikki verið tøkir vegna skaðar. Nærmast við at koma aftur eru René, sum sat á bonkinum í Litava og Árni, sum kom inn til síðstu minuttirnar, tá heimaliðið hevði skorað. Harafturat hevur Hallur Hansson leikbann komandi tríggjar dystirnar í landskappingini og komandi dyst í Evropa League. Svenski Hampus Nasstrøm verður eftir ætlan bara tøkur afturat móti B36, tí tá endar samstarvið sum allatíðina hevur verið ætlanin í ár.