Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Frískt lot

Vitlíki í Frískt lot

David Thomassen

Í hesum partinum tosa vit um nakað, sum fleiri brúka í gerandisdegnum – nevniliga vitlíki.

Gunnleygur Clementsen, sum er el-verkfrøðingur og stovnari av fyritøkuni Vitlíkisstovan, tosar m.a. um hvussu vit kunnu brúka vitlíki á ein hóskandi hátt uttan at misnýta tað. Eisini tosar hann um nær vitlíki er gott og nær tað er ringt í okkara samfelagi.

Regin Berg, samfelagsfrøðingur og fyrrverandi lærari á Glasi, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, skrivari hjá Føroya lærarafelagi og lærari í Skúlanum á Argjahamri, tosa um avbjóðingar og møguleikar við vitlíki innan skúlaøkið.