Ársins summarhitt í Frískt lot
Sendingin í dag er okkara seinasta sending á hesum sinni, og tí enda vit við manér!
Føroyskir tónleikarar hava sent okkum teirra boð upp á eitt summarhitt, og í dag fara vit at lurta eftir sangunum saman við tónleikarunum Mariannu Winter og Sakaris, sum fara at fortelja okkum, hvat tey halda um sangirnar.
Sangirnir, sum vit hava fingið, eru:
Nýggir dagar – TeleMama
Ljósari við tær – Marius DC & Jónas Gaard
Í ævir – Flákra (Brimhvítt og Tina Mellem)
U-turn – Gówa
Onkur sangur gevur Mariannu og Sakaris eina kenslu av summarkærleika, onkur fær tey at hugsa um ein biltúr um summarið, og aðrir geva teimum heilt aðrar summarkenslur.