Ein øðrvísi partur í Frískt lot
Sendingin í dag verður eitt sindur øðrvísi, tí í dag fara vit trý – David, Rannvør og Tinna – at taka nakrar AITA-støður upp.
AITA stendur fyri “Am I The Asshole“ og er eitt kent hugtak á sosialum miðlum, serliga á Reddit. Har deila fólk ymiskar tvístøður og hendingar úr lívinum, har tey ivast í, um tey sjálvi hava gjørt nakað skeivt ella um tey einfalt og greitt hava verið eitt “r-hol”.
Síðani kunnu onnur á Reddit lesa søguna og meta um, hvør hevði rætt og hvør hevði gjørt nakað skeivt.
Vit hava fingið nakrar støður frá tykkum, sum vit fara at tosa um, og vit hava eisini funnið nakrar stuttligar og áhugaverdar støður á Reddit.
Hvør hevur rætt? Hvør hevur gjørt nakað skeivt? Og hvør er bara eitt “r-hol”?