Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trump: USA fer at taka yvir Grønland áðrenn 2029

Jóhann Lützen

Amerikanski forsetin Donald Trump sigur nú beinleiðis, at hann væntar, at USA fer at fáa tamarhald á Grønlandi, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum í januar 2029.

Sambært TV2.dk, sum endurgevur samrøðuna í útvarpssendingini Real America’s Voice, segði verturin Steve Gruber, at hann hevði eitt veddimál um, at USA fór at fáa “operationelt tamarhald” á Grønlandi, meðan Trump framvegis er forseti.

– Tú fert at vinna tað veddimálið. Tú fert at fáa rætt, svaraði Trump.

Trump legði afturat, at Grønland hevur stóran týdning fyri USA.

– Grønland er sera týdningarmikið úr okkara sjónarhorni, ikki úr teirra (Danmarkar, red.) sjónarhorni. Tú kanst væl vedda upp á tað, segði hann.

Útsøgnin er enn eitt tekin um, at Trump heldur fast við ynski um at fáa størri amerikanska ávirkan á Grønlandi. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at Grønland hevur avgerandi strategiskan týdning fyri trygdina hjá USA í Arktis.