Summar Festivalurin byrjar hósdagin og bjóðar útivið 40 konsertir á fýra pallum í tríggjar dagar
Hósdagin byrjar 21. Summar Festivalurin, og roknað verður við nógvum fólki á festivali í Klaksvík.
Forsølan hevur verið sera góð, og nú er avmarkað við plássi eftir á festivaløkinum.
Útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Millum mongu føroysku nøvnini eru Hamradun, Faroe5, Dynamit, Lena Anderssen, Grandma’s Basement, Swangah, Annika Hoydal og Aggrasoppar.
Á midnátt mánakvøldið hækkar prísurin á vikuskiftispassum.
