woodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sóljan skipaði fyri summarhugna

Jóhann Lützen

Softice, livandi tónleikur og felagssangur vóru á skrá í dag tá Dagtilhaldið Sóljan hevði afturvendandi summarhugnan. Vit vóru við og fingu nakrar myndir – og ein ís 🙂

Dagtilhaldið Sóljan er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum. Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a. um felagssang, binding, borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur.

Í dag var summarhugni á skrá. Óføru menninir á vegadeildini hjá Klaksvíkar kommunu lótu ikki tvey gerast trý, tá teir vórðu spurdir um teir kundu hjálpa til, at stilla nøkur borð upp uttanfyri Sóljuna.

Eisini vitjaðu búfólk frá dagtilhaldinum á Búðatrøð. Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku.

Ein deilig løta.