Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kongalig vitjan á Amtmandsborgini!

Jóhann Lützen


Á Ólavsøku í ár verður forkunnu framførsla á Amtmandsborgini í Havn til børn og barnsligar sállir. 

Tað eru teir báðir Dánjal og Búi úr Ævintýraferðini, ið fara at siga frá tí snedigu og syrgiligu søguni um Lear Kong.

Framførslan, ið er bygd á ein heimskendan leik hjá Williami Shakespeare, snýr seg um ein gamlan kong, ið eigur tríggjar ómetaliga óargaligar dóttur, ið skikka sær óvanligani illani. Ja, tær tríggjar døturnar skikka sær so mikið illani, at Lear Kongur at enda gerst púra ørur í høvdinum og rýmur úr borgini.

Hvat tær gera móti honum? Ja, tað noyðist tú at vitja Amtmandsborgina í Havn fyri at finna útav.

Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, fara Dánjal og Búi at geva børnum á Ólavsøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið William Shakespeare hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins skaldaverk.

Kom niðan í ta stásiligu Amtmandsborgina í Havn á Ólavsøku! Avmarkað atgong (50 fólk pr. sýning).

Tíðspunkt:

27 juli kl. 16.00 (útselt)

28 juli kl  16.00 og 18.00 og 20.00

29 juli kl  16.00 og 18.00 og 20.00

30 juli kl  16.00 (útselt)

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo, og við dyrnar ein tíma áðrenn sýning.