Fara vit bert fá ár aftur, var tað ikki so vanligt, at KÍ spældi í UEFA Europa League. Uppaftur nógv óvanligari var, at KÍ vann. Onkur javnleikur hevði verið. Nógv er broytt hesum viðvíkjandi, og kanska var byrjanin til øll tey goðu úrslitini í 2018?
Í 2018 fekk KÍ við lutakasti Birkirkara – eitt lið av Malta. Sama ár fór Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Malta eina ferð um vikuna. Vit høvdu keypt okkum ferðaseðil við fyrsta flogfarinum og uppihald í 2 vikur.
Vit vóru spent at vita, um dysturin á Malta var júst meðan vit vóru har, men so varð ikki! Fyrri dysturin, sum var á Malta, var nakrar dagar, áðrenn okkara fráferð, og seinni dysturin var í Føroyum, meðan vit vóru á Malta.
Tað fingu vit ikki gjørt nógv við, uttan at taka KÍ-klæðir við og eina teldu at hyggja eftir dystinum.
Tá ið vit skriva okkum inn á flogvøllinum, síggja vit, at næstan helmingurin av ferðafólkunum vóru úr Klaksvík ella Norðoyggjum. Øll høvdu KÍ klæðir við sær og ætlaðu at keypa dystin.
Undirritaði gjørdi ein tráð á messenger, so vit lættliga kundu samskifta um dystin.

Komin á hotellið sóu vit, at vit kundu leiga eitt stórt veitslurúm í kjallaranum. Har var gott WiFi og ein stórskermur. Skrivað alt fyri eitt á tráðin, at tað bar til at síggja dystin saman – og spurdi, um áhugi var til tað.
Svarini komu skjótt: eitt samfelt JA!
Vit vóru umleið 40 fólk.

Løtan var sera góð. Stuttligt at síggja børn og vaksin í KÍ klæðum dominera eitt lítið øki á Malta hetta kvøldið.
Tey komu pø à pø við bussi ella taxa til okkara hotell. Tað var lætt at seta telduna til stórskermin, men verri gekst við at keypa dystin og at fáa hann á skýggjan. Einir 5-7 minuttir vóru farnir av dystinum, áðrenn vit sóu nakað. Kaldasveitti sást á pannuni hjá onkrum hesa løtuna, hóast staddur nakrar fáar 100 km norðan fyri Sahara!

Taka vit eitt lítið sindur um dystin, so vann KÍ 2-1. Deni Pavlvic skeyt til 1-0 beint fyri steðgin, og Páll Klettskarð økti til 2-0 eitt korter inn í seinna hálvleik. Birkirkara minkaði um munin beint fyri leiklok.
Fyrri dysturin endaði 1-1. Deni skjeyt málið hjá KÍ, tá ið 2 mnuttir vóru eftir. KÍ kom víðari til næsta umfar.
Í árunum síðan hetta kvøldið á Malta, hava vit, sum halda við KÍ, havt mangar aðrar góðar løtur í UEFA-regi.

