Kauno Zalgiris kann ikki spæla á sínum vanliga heimavølli vegna eina konsert hjá Pitbull.
Konsertin á vanliga heimavøllinum í Kaunas verður 31. juli, men krevur drúgvar fyrireikingar, so tað hevur verið greitt í eina tíð, at fekk Kauno Zalguris heimavøll í somu viku, so mátti dysturin flytast. Miðlar í Litava skriva, at meistararnir í Litava hava roynt at umbýtt dystirnar, men tað var ikki møguligt.
Ístaðin verður spælt 30 km uttanfyri Kaunas á Jonava leikvøllinum, har pláss er fyri 2.500 áskoðarum ímun til 15.000 áskoðarar, sum sleppa inná vanliga heimavøllin hjá Kauno Zalgiris. Í Litava verður spælt á grasi.
Dysturin í Litava verður 29. juli kl. 17.00. Heimadysturin hjá KÍ verður týskvøldið 21. juli kl. 19.45.
