Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Silvur til Oslu, Mariu Teresu og til Føroyar

Flogbóltssamband Føroya

Hóast tap í dag í finaluni ímóti Íslandi vístu Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis, at føroyskur sandflogbóltur hevur flutt seg langt uppá fá ár.

Osla og Maria Teresa máttu lúta fyri einum sera væl kempandi íslendskum liðið og fingu sostatt eitt 2. pláss, silvurkrónur og pláss í EM endaspælinum í 2027 heim við sær úr Andorra.

Hóast teirra unga aldur, eru Osla og Maria Teresa okkara fremstu kvinnuligu sandflogbóltsleikarar. Spennandi verður at síggja tær til komandi FM stevnurnar, til EM endaspælið komandi summar og helst eisini til Oyggjaleikirnar komandi summar.

Hjartaliga til lukku við flotta avrikinum í Andorra, Osla og Maria Teresa!