Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Elisabeth Mærsk

Óli Olsen

Herfyri søgdu vit frá Oliviu Mærsk, sum eg sigldi við í 11 mánaðir. Tríggjar mánaðir seinni varð aftur lagt til brots, hesaferð sum 2. stýrimaður á 100.000 tons stóra tangaskipinum Elisabeth Mærsk.

Mynstraði umborð í Ras Tanura í Persaravíkini, og tá ið liðugt var at ferma, lá leiðin suður gjøgnum nógv umrødda Hormuzsundið við kós móti Suðurkorea – ein ferð upp á tríggjar vikur.

Í Suðurkorea varð gjørt fast í boyur og so at pumpa oljuna í land. Haðani varð farið til Singapore at bunkra og Dumai í Sumatra at ferma crude oil (tjúkkolju) til Hawaii-oyggjarnar.

Á Hawaii lá uppskipingarhavnin við Barbers Point, nær høvuðsstaðnum Honolulu. Við shorebáti fóru vit í land at uppliva vakra býin. Haðan varð farið aftur til Singapore at bunkra og Dumai at ferma til Hawaii-oyggjarnar.

Skipið hevði dampturbinu, 23.600 hestar, og pláss var fyri 6000 tonsum av brennievni umborð. Lastað varð upp í 10.000 túsund av crude oil um tíman, og tá íð fór at fyllast, varð ferðin sett niður í landi og loksins steðgað heilt.

Meðað lastað varð, var friðarligt umborð, tí at pumpurnar vóru í landi. Harafturímóti var larmur, tá ið oljan skuldi í land, tí hetta tóku pumpurnar umborð sær av. At tøma skipið tók drúgvari tíð enn at fylla tað.

Elisabeth Mærsk sigldi 16 míl og brúkti 120 tons av olju um samdøgurið. Tá ið nærkaðist uppskipingarhavn, fór oljunýtslan upp í eini 135 tons um samdøgurið, av tí at heitur dampur varð leiddur gjøgnum heating coils í tangunum at fáa oljuna at renna betur og lættari at pumpa í land.

Leiðin lá enn einaferð til Singapore og Dumai, men hesaferð varð farið tvørtur um Kyrrahav til Kalifornia (El Segundo). Lógu fyri akkeri rúma tíð, áðrenn umstøður vóru at pumpa oljuna í land. Samstundis vórðu vaktirnar umborð broyttar, so tú kundi vera í landi dagin langan, vildi tú tað.

Daman (stewardessa umborð) og eg vitjaðu gamla ferðamannaskipið, Queen Mary, í Long Beach. Kenda ferðafólkamálið hevur seinastu mongu árini ligið við bryggju sum hotellskip.

Matrósar og motormenn á Elisabeth Mærsk vóru spaniólar, og meðan vit lógu har, mynstraði ein av matrósunum av. Eg fylgdi honum ávegis, og meðan eg var í landi, ruskaði veðrið, so at shorebáturin fekk ikki siglt. Agenturin, Mr. Kennedy, útvegaði mær tískil innivist á Vagabond Motel.

Sum eg tók mær av løttum í eksotiska umhvørvinum, kom eitt par á motellið, sum eg kendi væl frá Oliviu Mærsk. Tey skuldu mynstra umborð á Elisabeth Mærsk, men sluppu, eins og eg, ikki umborð. Um dagin vóru vit í uttandura svimjihylinum á motellinum og í býnum um kvøldið.  

Loksins lá leiðin eystur um Kyrrahavið aftur, og tá ið komið varð til Singapore, stóð avloysari mín, ein skoti, á bryggjuni klárur at koma umborð.

Í Singapore skuldi Elisabeth Mærsk í turrdokk. Nýggi stýrimaðurin tók við, men eg varð biðin um at vera umborð, til arbeiðið var liðugt. Skuldi taka mær av trygdini, nú hundraðtals arbeiðarar komu umborð. Mærsk hevði nýliga hert trygdina, av tí at eitt av tangaskipum tess hevði verið fyri vanlukku.

Tá ið arbeiðið loksins var liðugt, og skipið fleyt úr dokkini, fóru eg og daman (nú konan) á hotell í Singapore. Á matstovuni fingu vit sniglar í skel við hvítleykssmøri. Dagin eftir lá leiðin lá til Danmarkar við flogfari. Útmynstringin hesaferð vardi eina viku undir sjey mánaðir.

Við tangaskipinum, Elisabeth Mærsk 100.000 tons, sigldu vit í Fjareystri alla útmynstringina. Mynd: M/S Museet for Søfart.

2. stýrimaður Óli Olsen er farin at strekkja beinini onkustaðni í USA.