Tá Spania og Argentina bresta saman í HM-finaluni í New Jersey í kvøld, verður tað ikki bara ein dystur um heimsmeistaraheitið. FIFA hevur nevniliga lagt upp til ta mest undirhaldandi HM-finaluna í søguni.
Fyri fyrstu ferð verður ein stór hálvleiksframførsla, sum er inspirerað av amerikonsku Super Bowl-finaluni. Eisini fáa heimsmeistararnir serligar vinnararingar umframt HM-steypið og gullheiðursmerkini, nakað sum er kent úr amerikonskum ítrótti, men ongantíð áður er hent til HM í fótbólti.
Amerikanski forsetin Donald Trump verður eisini til staðar og verður við til handanina av HM-steypinum saman við FIFA-forsetanum Gianni Infantino.
Nýggju tiltøkini hava skapt kjak. Summi halda, at FIFA gevur HM eitt nýtt og spennandi snið, meðan onnur óttast, at ov nógv fokus verður lagt á undirhald og marknaðarføring heldur enn sjálvan fótbóltin.
Kelda: Sky Sports.
