Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!

Steffan Klein Poulsen,

Hvussu ber tað til, at vinnulívsmenn regluliga leggja trýst á Løgtingið um at føra planbúskap?! Altso vinnulívsmenn, sum sjálvir fáa sítt livibreyð á tí fría marknaðinum!

Hesin stubbin var at lesa í Sosialinum tann 26. juni 2026:

Spurdur, um tað ikki er í lagi, at elbilar tá verða javnsettir við bensin- og dieselbilar, svarar formaðurin í Bilasølufelagnum:

– Eg vil ikki siga, at bilarnir tá verða javnsettir, tí so høg avgjøld á elbilar fara at gera, at teir ikki verða bíligir. Og tá teir frammanundan eru dýrari at framleiða, verður prísurin hægri enn á vanligum bensin- og dieselbilum.

Eg øtist við slíkar útsagnir. Elbilurin er dýrur at framleiða, og tí skal elbilurin hava sertreytir framum aðrar bilar, sum eru “bíligir” at framleiða. Hvussu hongur hetta saman?

Hví skal Løgtingið so ikki eisini fara inn og gera aðrar vørur, sum eru dýrar at framleiða, bíligari? Til dømis við at stuðla Dubai sjokulátu, soleiðis at føroyingar kunnu eta hesa heldur enn bíliga First Price sjokulátu ella Cadbury sjokulátu.

Fyri mær er lítil ella eingin munur á, at staturin avger, hvat skal framleiðast – ella keypast – í einum landi, og at staturin fer inn og manipulerar prísin á ávísum vørum. Hetta eru tvær loysnir við sama endamáli.

Planbúskapur hevur ongantíð riggað og fer heldur ongantíð at rigga. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Miðflokkurin legði trýst á at javnstilla allar bilar í Føroyum.

Harfrá kunnu vit síðani taka orðaskiftið um tað sum heild er ov dýrt at keypa bil í Føroyum ella ikki.

Steffan Klein Poulsen,
formaður Miðfloksins