So hava teir svomið 4×200 frí og tíðin varð 7.38.51, sum er stórt, nýtt føroyskt met. ![]()
Gamla metið var 7.56.18, so talan er um stóra betring. Tað er sjaldan, at landsliðið svimur hesa grein, tí at tað er óvanligt, at 4 menn verða úttiknir til EM og HM.
Nú ruku 17.5 sek av, og halda hesir á, so kann støðið hækka munandi.
Tíðirnar vóru:
Isak:1,52,69
Heini:1.55.79
Silas:1.58.55
Líggjas1.51.48
Samanlagt:7.38.51
Heini hevði sína bestu tíð (við flúgvandi starti) og hinir vóru nakað frá.
Flott, dreingir.
Hjartaliga til lukku við metinum.![]()
Í morgin skulu Líggjas og Heini svimja 800 frí – spennandi!
