TAKK FYRI Í ÁR!
Summar Festivalurin 2026 er av. Vikuskiftið var lívligt, fevnandi og kveikjandi. Í tríggjar dagar vóru næstan 40 framførslur á fýra pallum, og bæði tónlistarliga góðskan og undirhaldið vóru framúr.
Útlendsku høvuðsnøvnini Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers høvdu framúrskarandi framførslur og konsertirnar á Vágsbø hava sjáldan áður verið so flottar og hugtakandi.
Føroyskir tónleikarar skapa tað stóra og fjølbroytta grundarlagið undir festivalinum, og tað er næstan ófatiligt, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Tað sást, hoyrdist og merktist aftur í ár!
Silvaland bjóðaði familjunum spøl, undirhald og framførslur í tríggjar dagar, og har var sera lívligt.
Summar Festivalurin 2026 var útseldur. Longu fríggjadagin vóru øll vikuskiftispassini seld, og øll dagsatgongumerkini vórðu eisini seld.
Fyriskipararnir eru sera fegnir um stóru móttøkuna, sum ársins festivalur fekk, og í næstum verður farið verður undir at skipa fyri nýggjum tiltaki næsta ár.
Summar Festivalurin 2027 verður dagarnar 5. til 7. august.
Takk fyri hesa ferð – vit síggjast næsta ár