Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar kanst tú uppliva sólarmyrkingina í Norðoyggjum?

Norðoya Kunningarstova

Mikudagin 12. august verður ein serstøk partvís sólarmyrking at síggja í Føroyum, har meira enn 90 % av sólini verður fjald av mánanum.

 Tíðir fyri sólarmyrkingina (føroysk tíð): • Myrkingin byrjar: 17:56
• Myrkingin er í hæddini: 18:54
• Myrkingin endar: 19:50

Leitar tú eftir einum góðum staði at uppliva hesa sjáldsomu hendingina? Vit mæla til at fara niðan á Háls í Klaksvík.

Veðurstova Føroya bjóðar øllum áhugaðum at koma og hyggja at sólarmyrkingini saman. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi. Tiltakið byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30.

Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey, ið ikki hava sínar egnu.

Á tiltakinum verður eisini greitt frá, hví sólarmyrkingar eru, og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum.

Sama hvar tú velur at hyggja, minst til at: 

  •  Nýta góðkendar sólarmyrkingarbrillur, tá tú hyggur móti sólini.
  • Kanna veðurforsøgnina, áðrenn tú fert avstað.
  • Halda teg á merktum gøtum og vísa náttúruni virðing.
  •  Hava fyrilit fyri seyði og festarum.
  • Parkera á ávístum plássum og forða ikki ferðsluni.

Um veðrið verður gott, kann hetta gerast eitt av teimum mest minniligu kvøldunum í ár. 

Vit vilja fegin síggja tykkara myndir av sólarmyrkingini – frámerkið okkum Norðoya Kunningarstovu!