Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

Jóhann Lützen

Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september.

Tá eg keypti handilin í februar 2024, var ætlanin, at eg sjálvur skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið, verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum.

Eftir drúgvar umhugsanir og royndir at finna aðrar loysnir fyri handilin, havi eg tí tikið ta truplu avgerð at fyrireika eina afturlating. Seinasta árið havi eg miðvíst verið úti um meg, og roynt at funnið ein nýggjan eigara, tí mítt størsta ynski hevur alla tíðina verið, at handilin skuldi liva víðari, føroyska tónleikalívinum at frama. Tíverri, mugu vit nú staðfesta, at hesar royndir higartil ikki hava borið á mál.

Tað er týdningarmikið fyri meg at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar frá rakstrinum. Handilin er væl rikin, og hevur verið væl stuðlaður av okkara góðu og trúgvu kundum, dugnaligum starvsfólki og einum góðum grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari.

Hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur hevur áhuga í at taka yvir handilin og reka hann víðari. Mín størsta vón er sum sagt, at handilin kann halda fram undir nýggjum eigara.

Um eingin loysn fæst, verður handilin væntandi latin aftur í seinnu helvt av september. Vit koma at lýsa nærri hvussu og hvat, seinni í august mánaða, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá.

Tað ber tó ikki til at fáa størri umvælingar framdar ella bíleggja nýggja vøru, nú avgerðin er tikin um at steingja.

At enda vil eg hjartaliga takka kundum, starvsfólkum, veitarum og øllum teimum, sum hava víst handlinum álit og stuðul gjøgnum árini. Tað eri eg inniliga takksamur fyri, og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram.

Sum sagt, er vónin framvegis, at onkur er harúti, sum brennir fyri, at søgan hjá Simma Musikkhús kann halda fram við nýggjum eigara.

Við takksemi og harmi

Terje B. Vestergaard

Simme Musikkhús