Etika
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spennandi list í tónleikagongini í Varpinum

Dávur Winther

Norðoya Listafelag hevur saman við Varpinum skipað fyri, at smala og langa gongin í posthúskjallaranum – har sum venjingarklivar eru, verður listprýdd.

Í eina tíð hava nakrar kreativar listakvinnur málað hvør sítt listverk á veggin oman móti Vágsbøi. Avmarkingarnar hava einamest verið hurðarnar inn til teir tríggjar venjingaklivarnar, ið har eru.

Nú verður síðsta hond løgd á verkini, sum fara at prýða um og skapa eitt annað lív í í hesum kreativa og virkna umhvørvi – Ja, í hesum spennandi skoti í Varpinum.

Á Summarfestivalinum verður boðið innar at síggja listaverkini, sum tær eru í gongd við. Støkk inn á gólvið í kjallaranum í gamla Posthúsinum – fríggjadagin og leygardagin millum kl. 17 og 20.

Listakvinnurnar eru:

Durita Jógvansdóttir Danielsen

Durita Mohr Askham

Guðrið Jacobsen

Lea Jógvansdóttir Magnusmørk

Margretha Nystrøm Hansen

Eisini verður høvið at ogna sær okkurt listaverk hjá hesum somu listakvinnum!

Øll eru hjartaliga vælkomin!