Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: KÍ-Kauno Zalgiris

Jákup Ósá

Í kvøld fær KÍ vitjan av meistaraliðnum úr Litava í øðrum undanumfari í Champions League.

Hetta er ársins dystur hjá KÍ higartil í ár, tí nú stendur eitt pláss í Conference League deildini uppá spæl umframt at sleppa at spæla stóran dyst í 3. undanumfari í Champions League móti meistarunum úr Kroatia ella Sveis.

Hjá KÍ eru Sebastian John, Odmar Færø, Patrik Johannesen og René S. Joensen ikki tøkir vegna skaðar og lítið bendur á, at Jákup Biskopstø verður klárur.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 19.45. Dómari verður Bastien Dechepy úr Fraklandi.