Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinleiðis útvarp frá KG Hotellinum

David Thomassen

Vit eru vorðin eitt sindur fín upp á tað, tí í dag, í morgin og í ovurmorgin senda vit beinleiðis úr nýggja og snøgga KG Hotellinum.

Karmarnir kundu ikki verið betri, og tí gleða vit okkum nógv til at bjóða gestum inn í okkara hotel-útvarpsstovu.

Evnið í dag er rúsevni í Føroyum. Í morgin verður evnið kostur og heilsa, og hósdagin fara vit at tosa um Exit Føroyar.

Lurtið við frá kl. 15-16 og fylgið okkum á okkara Instagramvanga Frískt lot.