Seinastu dagarnar hevur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum í fleiri tíðindasendingum greitt frá, at hann ætlar at skriva fleiri fiskidagar út til bólk 5b, sum eru smáir útróðrarbátar, ið sum útgangsstøði verða riknir sum hjástarv ella ítriv.
Hetta hevur hann fráboðað fleiri ferðir og tað ljóðar sum, at hetta skal verða gjørt uttan um umsitingarætlan og politisku skipanina annars, og uttan at taka vinnuna við upp á ráð.
Eg greiddi frá støðuni hjá Tjóðveldi um hetta í degi og viku í kvøld, men har vóru sjálvandi útsagnir, sum tað ikki var rúm fyri í sendingini, sum eisini rímiligt er, tá trý fólk skulu í sama innslag.
Tað kom við, at tað hevði verið nógv skilabetri, um landsstýrismaðurin heldur enn at skriva dagar út til ein part av bólki 5 upp á ein rímiliga tilvildarligan máta, í staðin gjørdi arbeiðið liðugt um at skipa bólk 5 av nýggjum, har serlig atlit verða tikin til tey, sum hava útróður sum høvuðsinntøku og at mann til dømis gjørdi nakað við heilt smáar avreiðingar – sum er so gott sum mentanarligur útróður – so tær ikki telja sum heilir fiskidagar.
Men tað arbeiðið er eftir øllum at døma ikki gjørt, og tí ætlar hann at gera eitt slag av dovnari hovsaloysn fyri ein part av bólki 5, heldur enn at gera eina veruliga loysn á avbjóðingini.
Tað er rætt, at tað ikki ljóðar so vandamikið, tá tað snýr seg um fiskidagar til eina mongd av smærri bátum, men stóra avbjóðingin er, hvussu tað fær okkum at síggja út.
Eg nevndi til dømis fyri degi og viku, at eg ikki dugi at meta um, hvørt eitt átak sum hetta kann hava við sær, at fiskiskapur undir Føroyum missir góðkenningar uttanlands – til dømis MSC – men skuldi tað hent, sum partar av vinnuni stúra fyri, so er tað landsstýrismaðurin, sum útskrivar dagar til ein á pappírinum ikki vinnuligan part av fiskivinnuni, sum má átaka sær ábyrgdina av skaðanum, ið hetta kann gera á fiskivinnuna í Føroyum.
Síðan dagur og vika fór úr Klaksvík seinnapartin hevur landsstýrismaðurin verið í útvarpinum og sagt, at mann ikki skal tosa um hetta, tí tað kann skaða støðu Føroya.
Eg helli til at vera samdur við stjóranum í reiðarafelagnum, sum í degi og viku í kvøld svaraði nakað í tráð við, at tað eru handlingar hjá landsstýrismanninum, heldur enn orð hjá øðrum, sum kunnu ávirka støðuna hjá Føroyum.
Og skal rætt vera rætt, so er tað altso landsstýrismaðurin, sum fleiri ferðir hevur sagt, at hann ætlar at útskriva fleiri dagar til bólk 5b uttan um ta skipanina, sum annars er galdandi í Føroyum.
So eg haldi mann her kann siga, at tað var hann, sum byrjaði, og tá er ikki so upplagt at biða onnur tiga.