Eyðun Nolsøe, Dynamit og Grandma’s Basement spæla á stóra palli í kvøld
Rasmus Seebach er útlendska høvuðsnavnið á Summar Festivalinum, men hann fær harða kapping frá lokalum klaksvíksbólkum á Vágsbø í kvøld.
Klokkan 21 spælir Eyðun Nolsøe. Hann er bæði kendur sum solistur og úr Frændum.
Eftir at Rasmus Seebach hevur havt sína konsert klokkan 22, spæla tveir lokalir bólkar á stóra palli.
Klokkan 01 spælir Dynamit, og teir hava ígjøgnum árini savna nakrar av størstu áhoyrarafjøldunum á Vágsbø, og roknað verður við nógvum fólki aftur í kvøld.
Seinasta konsertin verður á Vágsbø klokkan 03 í nátt, tá ið Grandma’s Basement spæla. Teir hava havt minniligar konsertir bæði í Tjaldinum og Vágsbø, og nú verða teir so aftur á stóra palli.
Í dag spæla eisni Lena Anderssen, Aggrasoppar, Maria Fagranes, Heine Lützen, Herborg Torkilsdóttir og Jens Marni á Summar Festivalinum. Fyrsta konsertin verður klokkan 19.
