Ólavsøkudagur við kappróðri og list í Frískt lot
David og Rannvør hava verið í Mullers Pakkhús og tikið upp, har Lions Club Tórshavn hava skipað fyri teirra Ólavsøku listaframsýning. Prátað verður við Poul Geert Hansen, ið hevur staðið fyri framsýningini, um hvussu fyrireikingarnar hava verið, hvat verður at síggja og mangt annað.
Jan Herman Hansen, ið hevur verið formaður í róðrarsambandinum í 10 ár, kom eisini ein túr framvið Mullers Pakkhús at greiða frá um kappróðurin sum ítrótt, søguna hjá kappróðrinum og hvussu kappróðurin hevur tað í dag.