Etika
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

LECH POZNAN – KÍ í varpinum í dag kl.18!

Jóhann Lützen

Varpið hevur keypt rættindi til at vísa spennandi dystin millum pólska Lech Poznan og KÍ í dag.

Treytin frá rættindahavarunum er at vit taka atgongu-gjald. Tí vóna vit at nógvir norðoyingar koma til stroymingina í Varpinum, og hjálpa okkum at rinda fyri dystin.

Betri start-skot til Summarfestivalin 2026 fæst neyvan!

Pólsku meistararnir taka ímóti og eru stórfavorittar til dystin, har eini 15-20.000 áskoðarar væntast á stadion, sambært pólskum miðlum. Vit rokna eisini við nógvum fólki í Varpinum, sum ynskja at stuðla KÍ her heimanífrá.

Dysturin í Póllandi byrjar kl. 18.00. Dómari verður Orel Grinfeld úr Ísrael.

Keyp atgongumerki á 120 kr her: Meistaradeildin: Lech Poznan – KÍ –

GG: Okkurt gott fæst til keyps í Posthús-kaféini. Minnist bara til, at drykkjuvørur bert eru loyvdar á stólarekkjunum á gólvinum. Ikki uppi í teimum fínu reyðu ull-setrunum, takk fyri 

KOYR Á KÍ, og góðan Summarfestival!