Hóast KÍ hevði nógv fleiri málroyndir, so var tað HB, sum dugdi at gagnnýta sínar málmøguleikar, og tað er tað týdningarmiklasta í fótbólti.
KÍ hevði bara gjørt eina broyting frá uppstillingini í Póllandi fyri fýra døgum síðani. Erlend Hustad kom inn fyri Oussama Ali, sum ikki var tøkur.
Millum altjóða dystirnar er altíð spennandi at síggja, hvussu leikararnir eru upplagdir og fyrsta hálva tíman var KÍ-liðið illað upplagt. Nógvar villir vóru at síggja, sum vanliga ikki eru at síggja. HB kom á odda í 10. minutti eftir innkast støðu, og tað gav útiliðnum eina góða støðu tíðliga, sum sjálvandi hava sína ávirkan á hagtølini, tí KÍ longu tá rann aftaná á máltalvuni og gjørdi tað restina av dystinum. Móti endanum av hálvleikinum kom KÍ betri við og hevði onkran góðan møguleika.
Bólturin vildi ikki inn
Frá byrjan í seinna hálvleiki legði KÍ eitt stórt trýst á HB. Nógvar støður og málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Í 62. minutti bleiv besti KÍ-leikarin, Mansour Sinyan, útskiftur og tað var sum, at trýstið frá KÍ minkaði eftir hetta. At KÍ hevur spælt ’’smalt’’ í ár merkist eisini, tí fleiri av innskiftarunum hava ikki spælt nakran minutt síðani síðst í juni ella fyrst í juli, og tí hava teir vánaligar fortreytir at gera mun.
Í 77. minutti fór HB í vælspælt snarálop, og so var 2-0. Eftir hetta royndi KÍ seg við einari rúgvu av innleggum, og tað var sum, at hugflogið manglaði til at lata sterku HB-verjuna upp.
Samanlagt kom tað at kosta, at KÍ kom so illa upplagt út til dystin. Tá tá KÍ fyrst fekk takið á dystinum nakað áðrenn hálvleik, so fekk KÍ nokk av málmøguleikum og væl fleiri enn HB til at skora, men tað manglaði neyvleikin.
Tapið hjá KÍ ger, at KÍ bara hevði oddasessin í eina viku, tí nú er NSÍ, sum vann 4-0 á Skála, trý stig frammanfyri KÍ.
