Fyrsti dystur hjá KÍ í ovara endaspæli hjá meistaradeildini hjá kvinnum varð leiktur á Skála. Eftir at NSÍ tók seg úr kappingini, hevur FSF tikið avgerð um at flyta Skála upp í ovara endaspæli, so tað framhaldandi eru 4 lið í ovarabólki.
KÍ legði seg á odda við málið frá Duritu Hummeland í 23 minutti, men 9 minuttir seinni skoraði Skála til 1-1.
Hóast Skála fekk eitt mál tíðliga í dystinum, so var tað ikki Skála sum trýsti, men heldur KÍ sum manglaði neyvleika. KÍ hevði bóltin nógv og spældi nógv frammi á Skála hálvuni, men við einum mistaki í uppsælinum hjá KÍ, kundi Skála revsa og javna í 32 minutti.
Eftir hetta var tað so at kalla einvegis ferðsla, og var tað Durita Hummeland, ið stóð fyri tí mesta. Hon skoraði 3 mál afturat, og kom samanlagt upp á 4 mál.
Durita hevur nú skorað 7 mál í teimum seinastu tveimum dystunum. Tá ið KÍ spældi Champions League skoraði Durita 3 mál í seinna dystinum.
KÍ vann samanglat 6-1 á Skála, og tey bæði seinnu málini vórðu skoraði av nýggju leikarunum, ið spældu sínar fyrstu minuttir fyri KÍ, nevnliga Heidi Sevdal og Helgu Mikkelsen.
KÍ er enn 3 stig aftanfyri HB, ið vann 1-0 á Víkingi sunnudagin.